Bill McLeod Jacobsen, annar av U21-landsliðsvenjarunum, er hampuliga væl nøgdur við lutakastið hjá U21-landsliðnum í sambandi við komandi EM-undankapping
– Eg haldi vit eru hampuliga væl nøgdir við lutakastið. Vit høvdu fyrst og fremst yngst okkum Ongland, og um vit ikki trektu teir, so var Týskland á ynskilistanum, og tað eydnaðist eisini at trekkja týskarar í okkara bólk. Tað sigur Bill McLeod Jacobsen, sum saman við Heðin Askham hevur evstu ábyrgd av føroyska U21-landsliðnum.

Fyrrapartin hevur lutakast til komandi EM-undankapping fyri U21-landslið verið í Nyon í Sveis, og har háttaði tað seg soleiðis, at Føroyar kom í bólk 6, saman við Týsklandi, Rumenia, Írlandi og Montenegro.

– Hetta er ein ótrúliga sterkur bólkur. Týskland vann europameistaraheitið fyri U21-landslið í 2009. Í finaluni vunnu týskarar 4-0 ímóti Ongland. Rumenia hava vit spælt ímóti áður, uttan góð úrslit, og Írland hevur eisini eitt gott U21-landslið. Sjálvandi fara vit út til hvønn dyst fyri at vinna, men vit mugu eisini síggja veruleikan í eyguna og ásanna, at serliga hesir dystir verða ótrúliga torførir, sigur Bill M. Jacobsen.

Hinvegin heldur U21-venjarin, at um vit hava tað hepni, ið skal til, so kunna vit fáa góð úrslit ímóti øllum, og ímóti Montenegro skulu vit helst fáa stig, serliga á heimavølli.

– Vit minnast jú øll sigurin ímóti Russlandi fyri fýra árum síðani, so alt letur seg gera, um hugburðurin er tann rætti. Í U21-høpi hevur Montenegro verið við líka leingi sum vit, og teirra U21-landslið er gott. Men ímóti teimum skulu vit helst fáa stig, og á heimavølli ímóti Montenegro skulu vit helst fáa fulla úrtøku, sigur Bill McLeod Jacobsen.

Einaferð dupultdyst
Í alt skal føroyska U21-landsliðið spæla átta dystir í komandi EM-undankapping. Fyrstu dystirnir verða spældir í juni mánað í ár. 7. juni kemur Rumenia á vitjan í Føroyum, og fimm dagar seinni skal føroyska liðið til Montenegro. Hetta eru samstundis einastu dupultdystir, sum U21-liðið hevur í hesari undankapping, og tað fegnast Bill McLeod Jacobsen um.

– Tá vit spæla dupultdystir, eru vit ofta rættuliga illa fyri til seinna dystin. Men í komandi kapping spæla vit bara einaferð dupultdyst, og tað er gott fyri okkara leikarar. Hinvegin setir tað stór krøv til hópin, at seinasti dystur í ár verður hálvan november, meðan fyrsti dystur í 2014 longu er 5. mars. Hetta krevur, at U21-landsliðið skal venja allan veturin, sigur Bill McLeod Jacobsen at enda.


Skráin:

7. juni 2013

Føroyar – Rumenia

12. juni 2013

Montenegro – Føroyar

14. august 2013

Føroyar – Írland

6. september 2013

Føroyar – Týskland

15. oktober 2013

Týskland – Føroyar

15. november 2013

Írland – Føroyar

5. mars 2014

Rumenia – Føroyar

9. september 2014

Føroyar – Montenegro

Heðin Askham, U21-landsliðsvenjari