Bárður Hansen úr Víkingi er nýggjur liðskipari á føroyska U21-landsliðnum, sum um lítla løtu fer at dystast við Rumenia í Bukarest
Føroyska U21-landsliðið, sum klokkan 13 føroyska tíð skal á vøllin í Bukarest at dystast við rumenar, er nú sett, og tað sær soleiðis út.
Í málinum verður Kristian Joensen. Høgri bakkur er Bárður Hansen, sum eisini er nýggjur liðskipari á liðnum. Í miðverjuni verða Hørður Askham og Sørmund Kalsø, meðan Pál Mohr Joensen er á vinstra bakki.
Verjukendir miðvallarar eru Tróndur Jensen og Brandur H. Olsen, meðan Ari Ellingsgaard liggur framman fyri teir. Á høgra vongi er Árni Frederiksberg, meðan Rene Shaki Joensen er á vinstra vongi. Fremsti maður er Gunnar Zachariassen.

Bill McLeod Jacobsen sigur í telefonini úr Bukarest, at lagið í hópinum er gott, og at spælararnir eru spentir til dystin. Tá ið Rumenia vitjaði á Svangaskarði í juni, fingu Føroyar í evstu løtu tryggjað sær ein 2-2 javnleik við máli frá Poul Ingason.
– Vit merkja væl, at rumenar eru uppsettir til dystin. Teir eru væl fyri, og teir hava eisini júst spælt javnleik 2-2 móti Týsklandi í einum jøvnum dysti, sigur Bill McLeod Jacobsen.

Føroyski venjarin letur sera væl at umstøðunum í Rumenia.
– Umstøðurnar eru perfektar. Vit komu her seint sunnudag, og so høvdu vit eina venjing mánadagin, og vit vandu á stadion í gjárkvøldið. Alt hevur gingið perfekt í allar mátar, sigur Bill McLeod Jacobsen.

Veðrið í Rumenia passar eisini føroysku leikarunum væl, tí tað er ikki heilt ólíkt føroyska veðurlagnum í løtuni.
– Her eru eini trý ella fýra hitastig, nokk so vátt og eitt lítið lot, so í veruleikanum er tað eitt sindur kalt, sigur Bill McLeod Jacobsen.

Hetta er fyrsti dystur hjá føroyska U21-landsliðnum í ár, og sambært venjaranum hava flestu av leikarunum vant rættiliga væl í vetur.
– Tað er ójavnt, hvussu teir eru fyri, men teir flestu eru væl fyri. Betri enn teir vanliga eru hesa tíðina, tá ið man hugsar um, at kappingin ikki er byrjað enn, sigur Bill McLeod Jacobsen.