Nú er greitt, at Bill M. Jacobsen og Heðin Askham halda fram sum U21-landsliðsvenjarar næstu tvey árini
Fótbóltssamband Føroya hevur í dag gjørt nýggja avtalu við Bill M. Jacobsen og Heðin Askham, sum inniber, at Bill og Heðin halda fram sum U21-landsliðsvenjarar næstu tvey árini.
Føroyska U21-landsliðið hevur staðið seg væl, síðani FSF í 2007 tilmeldaði U21-landsliðið til EM-undankappingar, og øll hesi árini eru tað Bill M. Jacobsen og Heðin Askham ið hava havt evstu ábyrgd av liðnum.
Í hesum tíðarskeiði hevur føroyska liðið millum annað vunnið á Russlandi, Aserbajan og Letlandi, og spælt javnleik ímóti Danmark og Norður Írlandi.
Í januar mánað komandi ár verður lutakast um, hvussu næsta EM-undankapping fyri U21-landslið skal spælast.