Nú er greitt, at Bill McLeod Jacobsen verður høvuðsvenjari, meðan avloysarin fyri Heðin Askham skal virka sum hjálparvenjari hjá føroyska U21-landsliðnum
– Í FSF hava vit verið sera takksom fyri tað arbeiðið, ið Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava lagt í U21-landsliðið. Men nú skulu vit undir eina nýggja kapping, við nýggjum hjálparvenjara, og vónandi er tað komið uppá pláss um mánaðarskifti januar-februar, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

Tá FSF í 2007 gjørdi av, at seta U21-landsliðið á stovn, vórðu Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham settir sum venjarar fyri føroyska liðnum.

Men eftir átta ár í sessinum, hevur Heðin Askham valt at takka fyri seg, og samstundis er avgjørt, at Bill McLeod Jacobsen verður høvuðsvenjari. Tískil skal nýggjur hjálparvenjari finnast til føroyska U21-landsliðið.

Hesi árini, liðið hevur verið við í EM-undankappingum, hava úrslitini verið góð, og í nógvum førum hevur føroyska U21-landsliðið spælt javnt ella vunnið á londum, ið hava verið styrkismett væl omanfyri Føroyar.

Í 2009 eydnaðist at vinna á Russlandi, í 2012 megnaði føroyska U21-liðið at spæla javnleik ímóti Danmark og í seinasti dystinum í fjør varð Montenegro sent heim aftur við einum 1-0 tapi í viðførinum.

– Luttøkan hjá føroyska U21-landsliðnum hevur verið ein sólskinssøga, líka síðani hon byrjaði, og í dag ivast eingin í, at tað var ein røtt avgerð, at melda til í 2007. Úrslitini hava verið javnt góð, og fleiri av leikarunum hava megnað at spælt seg á A-landsliðið, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari.

Lutakastið, í sambandi við komandi EM-undankapping fyri U21-landslið verður tann 5. februar.