Í samband við úrslit og støður í kappingunum hjá teimum yngru, vil FSF heita á feløg og avvarðandi um at senda úrslitini umvegis teldupost skjótast gjørligt
Fyri at bøta um tænastustøðið í samband við úrslit og støður í yngru deildunum, vil Fótbóltssamband Føroya við hesum heita á feløg og avvarðandi, at øll úrslit verða send til FSF-heimasíðuna beinanvegin eftir loknan dyst.

Hetta kann gerast umvegis teldupost, ið kann sendast til: [email protected].

Skrivi í teldupostin hvat fyri deild talan er um, nær dysturin er spældur, hvørji lið (heimalið fyrst) og úrslit. Síðani verður heimasíðan dagførd við seinastu úrslitunum.

Talan er um hesar deildir:
• 3. deild menn
• Old Boys
• Dreingir U16
• Dreingir U14
• Dreingir U12
• Dreingir U10
• Dreingir U8
• 2. deild kvinnur
• Old Girls
• Gentur U17
• Gentur U14
• Gentur U12
• Gentur U10
• Gentur U8

Tó hevur heimafelagið framvegis skyldu til at senda Fóbtóltssambandi Føroya dómaraseðilin skjótast gjørligt. Í hesum sambandi skal eisini verða nevnt, at tað til eina og hvørja tíð er úrslitið á dómaraseðilinum, ið er galdandi.