Vegna serliga umstøður, hevur higartil ikki verið møguligt at víst málini frá dystinum millum FC Suðuroy og KÍ. Men nú eru tey her
Meðan 3-2 hjá Kringvarpi Føroya er í summarfrí, fer heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya eftir førimuni at syrgja fyri, at føroysku fótbóltsfjeppararnir framvegis kunnu síggja málini, ið verða gjørd í Effodeildini.

Fyri skjótt trimum vikum síðani varð 15. og seinasta umfar undan summarsteðginum í Effodeildini spælt, og tá vóru málini av Toftum, úr Fuglafirði, úr Gøtu og úr Runavík at síggja á FSF.fo.

Hetta sama umfar varð eisini spælt í Vági, har FC Suðuroy tók ímóti KÍ. Men vegna serligar umstøður, hevur ikki verið møguligt at víst málini, ið vórðu gjørd í dystinum á Eiðinum.

Men betri seint enn ongantíð. Í innslagnum niðanfyri eru øll fimm málini úr dystinum millum FC Suðuroy og KÍ.