Hóast føroyska liðið var greitt omaná ímóti Ungarn, so vóru tað gestirnir, ið fóru avstað við sigrinum og øllum trimum stigunum
Tað vóru nakrir skuffaðir føroyskir landsliðsleikarar, ið fóru av vøllinum, tá hvítarussiski dómarin brílslaði fyri seinastu ferð, í dystinum ímóti Ungarn.

Leikliga var føroyska liðið greitt omaná, men seinasta hepni væntaði í avgerandi løtum. Hinvegin vóru ungara effektivir, tá møguleikin var har, og úrslitið gjørdist tískil ein tepur 1-0 sigur til Ungarn. Einsamallað málið varð skoraðu um miðan fyrra hálvleik, eftir horna úr høgru síðu.

Næsta uppgáva hjá føroyska landsliðnum verður í Athen um ein mánað, tá Grikkaland tekur ímóti.

Í hinum dystunum í okkara bólki vann Rumenia 2-0 á útivølli ímóti Finnlandi, og ímillum Grikkaland og Norðurírland gjørdist úrslitið eisini 2-0 til gestirnar.