Í ár verður farið undir at kjósa besta spælara hvønn mánað í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum. “Besti spælarin hendan mánaðin” verður gjørt í samstarvi millum FSF, Betri og EFFO

——————

Vit kenna tað best úr ensku Premier League, har besti spælarin, besti ungi spælarin og besti venjarin hvønn mánað verða heiðraðir. Og nú verður farið undir hendan leistin í Betri Deildini hjá bæði kvinnum og monnum.

Í fyrstu atløgu verður besti spælarin hvønn mánað útnevndur. Tey, ið vinna heiðurin, fáa eitt gávukort upp á 1.500 krónur frá EFFO, umframt eina glasstandmynd, við áskriftini, at viðkomandi var besti spælarin í mánaðinum í Betri Deildini.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið hava eitt gott og breitt innlit í fremstu deildunum hjá bæði kvinnum og monnum, ið velja besta spælaran.