Næstu trý árini fer besta deildin hjá monnum at eita Effodeildin
Fótbóltssamband Føroya og orkufelagið Effo hava í dag á tíðdindafundi í FSF-húsinum gjørt ein 3 ára stuðulssáttmála, sum inniber at besta deildin hjá monnum í fótbólti nú fer at eita Effodeildin.
Effo, sum er eitt føroyskt orkufelag, veitir orku og tilhoyrandi tænastur til húsarhald, stovnar og vinnulív í Føroyum. Harafturat eigur felagið allar Fast-handlarnar kring landið umframt stóra oljuterminalin í Fuglafirði, Effo Bunkers, har skip úr øllum heiminum bunkra. Í dag arbeiða umleið 200 starvsfólk undir Effo-merkinum.
– Hetta er ein stórur heiður fyri okkum og øll okkara starvsfólk, sigur Niels Juel Nattastad, stjóri á Effo.
– Vónandi fer okkara stuðul at verða eitt munandi klípi undir hesi deild og hjá feløgum og leikarum king landið. Effodeildin, sum hon nú eitur, er nakað serlig. Tað er henda deild, sum nógvir vónríkir ungdómar síggja upp til og vilja gerast partur av og sum er lopfjølin til okkara fótbóltslandslið – Føroya sterkasta altjóða brand, sigur Niels Juel.
– Fyri okkum er tað stórfingið at hava gjørt hesa avtalu sum hóskar sera væl til okkara atferð og hugburð. Vit eru eitt felag, sum hvønn dag kemur í hvønn krók í Føroyum, og tað er júst tað, sum Effodeildin eisini ger.
– Vit gleða okkum til samstarvið við FSF komandi trý árini og eg fari at nýta høvi at ynskja øllum feløgum og fótbóltsáhugaðum eitt gott kappingarár í Effodeildini, sigur Niels Juel Nattestad at enda.
Christian Andreasen, FSF-forseti, fegnast somuleiðis um avtaluna við Effo:
– Avtalan tryggjar, at øll feløg í Effodeildini fáa ein eyka stuðul komandi 3 árini. Vit gleða okkum til samstarvið við Effo, og eg fari somuleiðis at ynskja øllum eitt gott kappingarár í Effodeildini, sigur Christian Andreasen at enda.
Fyrsti dystur í Effodeildini verður í Gundadali leygardagin 24. mars millum meistararnar úr B36 og uppflytararnar úr FC Suðuroy.
Christian Andreasen, FSF-forseti – Mynd: Álvur Jaraldsen
Christian Andreasen og Niels Juul Nattestad – Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen