Heini Vatnsdal og Patrik Johannesen hava givið avboð til landsdystirnar móti Litava, Lettlandi og Malta. Eisini á U21-landsliðnum eru broytingar framdar í hópinum upp undir dystirnar móti Spania og Kasakstan
——————
Håkan Ericson, venjari hjá A-landsliðnum við monnum, og Sámal Erik Hentze, venjari hjá U21-landsliðnum, hava verið noyddir til at gera smávegis broytingar í hópunum upp undir dystirnar sum eru á skránni í næstum.
Heini Vatnsdal og Patrik Johannesen vera ikki við, tá flúgvarin setir kós móti Vilnius í Litava tíðliga týsmorgunin. Báðir hava smávegis skaðar at dragast við, og mett verður, at hvørgin er nóg birgur til landsdystir í næstum.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Bartali Wardum og Adriani Justinussen úr HB.
Eisini á U21-landsliðnum vórðu broytingar gjørdar í hópinum stutt áðrenn fráferð til útidystirnar móti Spania og Kasakstan. Hannes Agnarsson hevur givið avboð, og í staðin fyri hann hevur Bagge úttikið Bjarka Nielsen úr AB.
Skráin næstu dagarnar
11. nov. Litava A – Føroyar A (venjingardystur)
12. nov. Spania U21 – Føroyar U21 (EM-undankapping)
14. nov. Lettland A – Føroyar A (UEFA Nations League)
17. nov. Kasakstan U21 – Føroyar U21 (EM-undankapping)
17. nov. Malta A – Føroyar A (UEFA Nations League)