Vegna útlit til vánaligt veður, er tiltakið við barnagarðsbørnum, ið skuldi verða í Gundadali týsdagin 15. mai, útsett eina viku
Tíverri er neyðugt at útseta tiltakið í Gundadali fyri barnagarðsbørn, sum ætlanin var at hava í morgin, týsdagin 15. mai.

Veðulíkindini fyri dagin eru einki serlig, og tí er avgjørt at útseta tiltakið til týsdagin 22. mai. Skráin fyri hendan serliga dag fyri barnagarðsbørn í Gundadali, er kortini óbroytt.

Hóast broytingin allarhelst er eitt sindur tvørlig hjá teimum flestu, so vónar FSF, at øll, ið hava boðað frá luttøku, framvegis eru áhugaði í at koma týsdagin 22. mai.

Í hesum sambandi ynskir FSF, at tey, ið hava boðað frá luttøku, staðfesta/vátta tilmeldingina, sum er gjørd. Eisini ynskir FSF at frætta frá teimum, sum, vegna broytingarnar, ikki kunnu luttaka.

Gott um saðfestingin/váttanin, ella avboðið, bleiv avgreitt skjótast tilber, ella í seinasta lagi mikudagin 16. mai 2012, kl. 12:00.