FÓTBÓLTUR FYRI ØLL: Týsdagin 15. mai skipar FSF fyri árliga Grassrootsdegnum, ið er fyri allar barnagarðar í Føroyum. Tiltakið verður í Gundadali í Havn
Undir heitinum “Fótbóltur fyri øll”, ferð Fótbóltssamband Føroya aftur í ár at skipa fyri stórum tiltakið í Gundadali í Havn. Tiltakið verður týsdagin 15. mai, og er serliga ætlað børnum í aldurinum 5 til 7 ár, ið eru tey elstu barnagarðsbørnini og forskúlabørn.
Líknandi tiltak varð eisini fyriskipað í fjør, tá umleið 450 væluppløgd børn, saman við 100 leiðarum, leitaðu sær í Gundadal.

Tiltakið í ár verður skipað eftir sama leisti sum í fjør. Byrjað verður umleið kl. 10:30, og eftir ætlan verður liðugt kl. 13:00. Á skránni vera ymisk spøl og fótbóltur.

Fótbóltssamband Føroya bjóðar børnunum frukt og saft, meðan kaffi/the og okkurt gott afturvið, verður til tey vaksnu. Tá tiltakið er av, fáa allir stovnar bóltar heim við.

FSF vónar, at barnagarðarnir kring landið síggja hetta sum ein gyltan møguleika, at fáa børn úr øllum landinum at møtast til ein hugnaligan dag í Gundadali í Havn.

Áhugaði verða biðin um at útfylla tilmeldingarlepan, har tit skriva navnið á barnagarðinum, hvussu nógv børn tit vænta koma við, hvørjir leiðararnir eru, teldupost bústað og telefon nummar. Síðani kann tilmeldingarlepin sendast umvegis teldupost til [email protected], ella faks 31 90 79. Seinasta freist fyri tilmelding er mikudagin 9. mai 2012.

Tilmeldingarlepi

Tiltakaið fyri barnagarðsbørn í Gundadaliverður í viku 20, ið er sama vika sum Champions League finalurnar hjá bæði kvinnum og monnum verða spældar. Kvinnurnar spæla hósdagin 17. mai, meðan Champions League finalan hjá monnum verður spæld leygardagin 19. mai. Báðar finalurnar verða spældar á Allianz Arena í München í Týsklandi.