Ein av lyklaleikarunum á føroyska kvinnulandsliðnum, Bára Skaale Klakkstein, væntar ein strævnan dyst ímóti Póllandi, ið hon metir er á sama støði sum Skotland

– Pólska liðið er á nøkulunda sama støði sum Skotland, so hetta verður aftur ein harður dystur fyri okkum. Pólland spældi her fyri ímóti Svøríki, ið verður mett at vera nógv tað sterkasta landið í okkara bólki, og tann dystin vunnu sviar við tveimum málum, sigur Bára Skaale Klakstein, undan dystinum ímóti Póllandi.

Sunnukvøldið spældi føroyska A-landsliðið við kvinnum fyrsta dyst nakrantíð í einari HM-undankapping, tá Skotland vitjaði á Tórsvølli. Úrslitið av dystinum gjørdist 7-2 til skotsku kvinnurnar, ið vóru á odda við fýra málum longu tá tjúgu minuttir vóru farnir.

– Vit eru als ikki nøgdar við fyrsta hálva tíman av dystinum ímóti Skotlandi. Næstan allastaðni á vøllinum vórðu vit yvirspældar, og fáa sum heild ikki ordiliga fatur í teirra spæli. Men eftir steðgin gekk munandi betur, og tá riggaðu okkara avtalur eisini nógv betri, sigur Bára Skaale Klakstein, ið seinastu mongu árini hevur verið ein av størstu profilunum í føroyskum kvinnufótbólt, og higartil hevur spælt 19 A-landsdystir fyri Føroyar.

Umframt Skotland, eru Norður Írland, Bosnia/Hersegovina, Svøríki og Pólland í bólki við Føroyum, og hósdagin skulu føroysku kvinnurnar royna seg á útivølli móti Póllandi. Og sambært Báru Skaale Klakstein verður dysturin ímóti Póllandi eisini ein stór og krevjandi avbjóðing.

Rannvá og Fríðrún tøkar aftur
Til dystin ímóti Skotlandi var føroyski landsliðsvenjarin, Jón Pauli Olsen noyddur at síggja burtur frá toppskjúttanum í føroyskum kvinnufótbólti, Rannvu B. Andreasen, og ársins leikara seinasta kappingarár, Fríðrún Danielsen, ið báðar sótu uttanfyri vegna leikbann. Tær eru nú tøkar aftur, og tað skuldi væntandi styrkt um føroyska liðið.

Tó verður landsliðsvenjarin noyddur at finna ein avloysara fyri Rakul M. Johannesen á høgra bakki. Tíðliga i dystinum ímóti Skotlandi varð Rakul borin av vøllinum við skaða, og tað er nógv sum bendir á, at Rakul M. Johannesen ikki spælir meir í hesum kappingarárinum.

– Sjálvt um vit spældu ein harðan og strævnan dyst fyri trimum døgum síðani, so eru allar í føroyska hópinum væl fyri. Tíverri mugu vit klára okkum uttan Rakul Johannesen, ið fekk ein álvarsaman snudd í knæið ímóti Skotland, men Rannvá og Fríðrún eru tøkar aftur, og tær báðar skuldu væntandi styrkt føroyska liðið, sigur Bára Skaale Klakstein, ið fegnast um, at Fótbóltssamband Føroya avgjørdi, at føroyska kvinnulandsliðið skuldi fara uppí HM-undankappingina.

– Tað hevur nógv at siga fyri føroyskan kvinnufótbólt, at vit nú eru við í einari HM-undankapping. Onnur ár hava vit spælt onkrar mini-kappingar, har vit hava spælt tríggjar dystir í eina viku, og síðani hava vit ikki vita, hvør næsta avbjóðingin fór at verða. Nú liggur fast, at vit komandi árið skulu spæla 10 landsdystir. Vit vita, hvat vit hava at arbeiða fram ímóti, og tað ger tað nógv lættari at fyrireika seg, samstundis sum hetta varpar meir ljós á føroysku kappingina hjá kvinnum, sigur Bára Skaale Klakstein at enda.

HM-undankappingardysturin millum Pólland og Føroyar verður spældur á Miejski Pruy Leikvøllinum í Wroclaw, hósdagin 26. september kl. 16:00 (føroyska tíð).

Triðji dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hesari undankapping verður hósdagin 31. oktober, tá føroyska liðið skal royna seg á útivølli ímóti Svøríki.