Bakkafrost og FSF hava undirskrivað stuðulsavtalu, ið inniber at alifyritøkan á Glyvrum verður høvuðsstuðul hjá føroyska A-landsliðnum næstu tvey árini
Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin, skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Alifyritøkan BAKKAFROST á Glyvrum, undir stuðulsavtalu, ið inniber, at BAKKAFROST verður høvuðsstuðul hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum næstu tvey árini.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, segði millum annað á tíðindafundinum, at hann sær nógvar møguleikar í at verða stuðul hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti, og væntar, at alifyritøkan á Glyvrum á hendan hátt kann koma nærri kundunum uttanfyri landoddarnar.

Fýra spennandir dystir eru á skránni hjá føroyska landsliðnum í ár. Umframt venjingardyst í Íslandi 15. august, verða trýggir undankappingardystir til HM 2014 eisini spældir í hesum árinum.

Tann 7. september spælir føroyska A-landsliðið á útivølli ímóti Týsklandi, og um miðan oktober eru tveir heimadystir á skránni.

12. oktober spæla Føroyar og Svøríki á Tórsvølli, og fýra dagar seinni, 16. oktober kemur írska landsliðið á vitjan í Føroyum.


Christian Andreassen, FSF-forseti, og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost


Atli Gregersen, søluleiðari á Dimmalætting og landsliðsleikari, Súni Olsen, landsliðsleikari og Fróði Benjaminsen, landsliðsleikari