Áðrenn landsdystin millum Føroyar og Finnland undirskrivaðu Bakkafrost og Fótbóltssamband Føroya nýggja 2 ára stuðulsavtalu, sum fevnir um undandystirnar til EM í fótbólti, sum verður í 2016
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur í eini viðmerking, at laksurin hjá Bakkafrost verður marknaðarførdur kring allan heimin sum ein hágóðskuvøra úr Føroyum. Føroyar eru eitt lítið land og tað kann tí verða ein avbjóðing at marknaðarføra eina føroyska vøru, tá kunnleikin til Føroyar ikki er so stórur. Men fótbóltur er ein av heimsins best umtóktu ítróttargreinum og við síni luttøku í stórum altjóða kappingum er føroyska A-landsliðið í fótbólti við til at seta Føroyar á heimskortið.
Eisini í Fótbóltssambandi Føroya eru tey væl nøgd við nýggju avtaluna við Bakkfrost.
– Vit hava havt eitt gott samstarv við Bakkafrost, og tí eru vit sera fegnir um, at hendan avtala nú er longd við tveimum árum, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti.
Í undankappingini til EM í 2016 eru Føroyar í bólki saman við Finnlandi, Grikkalandi, Norðurírlandi, Rumenia og Ungarn. Fýra dystir verða spældir í hesum árinum og seks dystir verða spældir í 2015.