Dreingir U12: Farna vikuskiftið skipaði FSF fyri Várkappingum fyri dreingir U12 á Tórsvølli og á Svangaskarði
Tilsamans 12 lið vóru á Tórsvølli, meðan tveir bólkur spældu á Svangaskarði, við í alt 15 liðum, tá Fótbóltssamband Føroya farna vikuskifti skipaði fyri Várkappingum fyri Dreingir U12.
Fyrstu dystirnir vórðu spældir kl. 10:30, og tá klokkan nærkaðist trý, vóru finalan og dystirnir um 3. plássið á skránni.
Endaliga støðan gjørdist, at á Tórsvølli vann HB c kappingina, NSÍ bleiv nummar tvey, og HB a varð nummar trý.
Á Svangaskarði gjørdist B71 vinnari av bólki 1, og Skála vann bólk 2.
Til kappingina á Tórsvølli luttók HB við fimm liðum, Víkingur við tveimum liðum, meðan B36, B68, TB, Skála og NSÍ høvdu hvør sítt lið við í kappingini.
Á Svangaskarði vóru átta lið í bólki 1 og sjey í bólki 2.
Í bólki 1 hevði EB/Streymur trý lið, HB tvey, meðan ÍF, B36 og B71 høvdu hvør sítt. Í bólki 2 luttók HB við trimum, B36 hevði tvey lið við í kappingini, meðan NSÍ og Skála høvdu hvør sítt.