VIDEO: Eftir tvey umfør í 1. deild hjá monnum, eru B71 og Skála einastu lið við fullum stigatali. Farna vikuskfitið vunnu sandoyingar 4-2 á útivølli ímóti NSÍ
Sandoyingar, sum í fjør fluttu upp úr 2. deild, og skálamenn eru komnir væl frá byrjan í næstbestu deildini hjá monnum. Seinasta vikuskiftið vann B71 4-2 í Runavík, meðan Skála á heimavølli somuleiðis vann 4-2, har 07 Vestur var á vitjan.

Við sigrunum hava B71 og Skála fult stigatal, meðan B68 er nummar 3 við 4 stigum. Í næsta landskappingardystinum í ár spældu toftamenn málleysan javnleik á útivølli ímóti B36.

Úrslitini í 2. umfari vórðu hesi:
Skála – 07 Vestur 4-2
MB – Víkingur 0-3
NSÍ – B71 2-4
B36 – B68 0-0
KÍ – AB 4-2

Niðanfyri ber til at síggja málini í dystinum millum NSÍ og B71.