Frá 13. mars til 12. juni skipar FSF fyri B4-venjaraskeiði. Hetta er sama skeið, ið vanliga verður nevnt Slóðarin
B4-venjaraskeiðið byrjar hósdagin 13. mars kl 18:00 í FSF-húsinum í Havn, og síðani verða felags samlingar 3. apríl. 1. mai og 29. mai, meðan seinasta samlingin verður hósdagin 12. juni.

Hvør samling er umleið hálvan fjórða tíma, har tann meira ástøðiligi parturin av B4-venjaraskeiðinum verður á skránni.

Harumframt eru 3-4 vitjanir úti í felagnum hjá einstaka luttakaranum, har venjing og persónlig vegleiðing er á skránni – tann meira praktiski parturin. Í hesum partinum koma luttakarar eisini at arbeiða saman.

B4-venjaraskeiðið er ætlað teimum, ið hava tikið B3-skeiðið ella sonevnda R-skeiðið.

Fyri at luttaka á B4 er eisini neyðugt, at viðkomandi er venjari hjá "hóskandi" liði. Vinarliga viðmerkið hetta á tilmeldingarskjalinum.

B4 gevur atgongd til B-próvtøku í august/september 2014. B-prógv er ein av fyritreytunum fyri upptøku á A-venjaraútbúgvingina.

Tilmeldingarfreistin til B4-venjaraskeiðið er mánadagin 3. mars 2014.

Meira fæst at vita um skeiðið, við at venda sær til Petur Simonsen, tel. 29 19 77, ella [email protected].

Tilmeldingarskjal