Frá 16. mars til 22. juni skipar FSF fyri B4-venjaraskeiði. Hetta er sama skeið, ið vanliga verður nevnt Slóðarin
Frá mars til juni skipar Fótbóltssamband Føroya fyri B4-venjaraskeiðið, og sum nakað nýtt, so verður B-próvtøkan nú partur av skeiðnum.
B4-skeiðið byrjar mánadagin 16. mars kl 17:00 í FSF-húsinum í Havn. Síðani verða felags samlingar 6. apríl, 4. mai og 25. mai, meðan seinasta samlingin verður mánadagin 22. juni.
Hvør samling er umleið hálvan fjórða tíma, har tann meira ástøðiligi parturin av B4-venjaraskeiðinum verður á skránni. Harumframt eru fýra vitjanir úti í felagnum hjá einstaka luttakaranum, har venjing og persónlig vegleiðing er á skránni – tann meira praktiski parturin.
B4-venjaraskeiðið er ætlað teimum, ið hava tikið B3-skeiðið ella sonevnda R-skeiðið. Fyri at luttaka á B4 er eisini neyðugt, at viðkomandi er venjari hjá "hóskandi" liði, og skal hetta eisini viðmerkjast í tilmeldingarskjalinum.
Sum áður nevnt, so verður B-próvtøkan nú partur av B-venjaraskeiðnum. Hetta verður skipað soleiðis, at til vitjanirnar í viku 19-21 verður praktiska próvtøkan á skránni, meðan teoretiska próvtøkan verður í viku 22-25.
Tilmeldingarfreistin til B4-venjaraskeiðið er mikudagin 4. mars 2015.
Meira fæst at vita um skeiðið, við at venda sær til Petur Simonsen, tel. 29 19 77, ella [email protected].