1. deild kvinnur: Við sannførandi 5-0 sigri á B68/NSÍ, hevur B36 yvirtikið 2. plássið í 1. deild hjá kvinnum
B68/NSÍ – B36 0-5 (0-2)
Fult umfar í 1. deild hjá kvinnum hevur verið í dag, og við sannførandi sigri á felagsliðnum hjá B68 og NSÍ, er B36 nú nummar 2 í kappingini.
Árstalsfelagið var seinnapartin á Toftum, har B68/NSÍ tók ímóti, og endin gjørdist ein tryggur 5-0 sigur til B36. Støðan í steðginum var 2-0 til kvinnurnar úr Havn.
Margit Magnusardóttir gjørdi bæði málini í fyrra hálvleiki, meðan Brynja Høj, Birita Mortansdóttir og Anna Malena Højgaard skoraðu málini hjá B36 eftir steðgin.

EB/Streymur – KÍ 1-2 (0-1)
KÍ heldur fast um fremsta plássið í 1. deild hjá kvinnum, eftir at klaksvíkskvinnur í dag vunnu tepran 2-1 sigur á EB/Streymi. Men tað var nær við at KÍ-kvinnurnar fyri fyrstu ferð í ár, ikki fóru at fáa fulla úrtøku. Dómarin legði seks minuttir afturat vanligu leiktíðina, og í seinasta minutti av yvirtíðini, eydnaðist tað KÍ at fáa avgerandi málið.
Fáar minuttir fyri steðgin legði Rannvá B. Andreassen KÍ á odda, men tá seinni hálvleikur var átta minuttir gamal, javnaði heimaliðið við Margáir. Málskjútti hjá EB/Streymi var Sigrun K. Kristiansen.
Henda støða helt sær til seks minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina. Tá eydnaðist tað Mariu K. Thomsen at skjóta sigursmálið fyri KÍ.

Úrslit, 7. umfar:
HB – Víkingur 3-0
EB/Streymur-KÍ 1-2
B68/NSÍ – B36 0-5
ÍF – AB 1-3
FC Suðuroy – Skála 1-4

Støðan 1. deild kvinnur

8. umfar í fremstu deildini hjá kvinnum verður spælt sunnudagin 3. juni, og tá eru hesir dystir á skránni:
EB/Streymur – B68/NSÍ
Skála – B36
KÍ – AB
ÍF – Víkingur
FC Suðuroy – HB