Mathias Thrane úr B36 var maðurin, ið til endans avgjørdi finaluna um Løgmanssteypið. Árstalsfelagið vann 5-4 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping
——————
B36 er steypavinnari 2021 hjá monnum. Hetta gjørdist greitt á Tórsvølli leygardagin, tá árstalsfelagið vann 5-4 á NSÍ. Talan gjørdist um eina drúgva finalu, sum bleiv avgjørd eftir brotssparkskapping.
Tað var annars NSÍ, sum kom á odda tá tíggju minuttir vóru spældir. Málskjúttin hjá runavíkingum var Aron Knudsen. Leiðslan helt sær í góðar tjúgu minuttir, so stóð aftur á jøvnum. Andrass Johansen royndi seg úr spískum, skotið var gott, og so var 1-1.
Fleiri mál komu ikki, og tískil var neyðugt við umdysti – tvær ferðir 15 minuttir. Heldur ikki tá kom nakað mál, og liðini noyddust undir brotssparkskapping, sum B36 vann. Seinasta skotið setti Mathias Thrane trygt í netið, og so kundi Bjarni Petersen, liðskipari hjá teimum hvítu, taka ímóti Løgmanssteypinum.
Aftaná dystin valdu fjølmiðlarnir Andrass Johansen úr B36 til dagsins spælara.
Myndir: Bjarni Enghamar og Hans Erik Danielsen