Í kappingini Dreingir U16 hevur NSÍ fingið eina flúgvandi byrjan, men á Eystanstevnu vórðu teir steðgaðir av B36
Leygardagin varð 5. umfar í kappingini Dreingir U16 spælt, og fyri fyrstu fer í hesum kappingarárinum, máttu vespurnar úr Runavík av vøllinum við ongum.

Á Eystanstevnuni hevði NSÍ vitjan av B36, og tað vóru gestirnir úr Havnini ið fóru avstað við sigrinum, teimum trimum stigunum og Eystanstevnusteypinum.

Tað var annars NSÍ, ið var leikliga omaná meginpartin av dystinum, og komu teir eisini fram til nógvar málmøguleikar. Men hóast runavíkingarnir høvdu bóltin meir, so fingu teir einki mál.

Í staðin avgjørdi B36 dystin tá fáir minuttir vóru eftir at spæla. Fyrst varð bríksla fyri brotssparki til árstalsfelagið fimm minittir fyri leiklok, sum Benjamin Heinesen setti í netið. Og lítla løtu seinna skoraði Kristian Oliversson til 2-0 fyri B36, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Hóast NSÍ tapti Eystanstevnudystin, so eru dreingirnir úr Runavík framvegis fremst í kappingini hjá Dreingir U16. Á 2. plássi er FC Suðuroy, og nummar 3, við 9 stigum fyri fimm dystir, eru dreingirnir hjá B36.