Nú er endaliga greitt, at tað verða B36 og KÍ sum skulu spæla ársins steypafinalu hjá kvinnum
Við sannførandi 5-0 sigri í seinnu hálvfinaluni ímóti Víkingi, samstundis sum at KÍ vann 3-0 á Argjum móti AB, verða tað B36 og KÍ ið skulu spæla ársins steypafinalu hjá kvinnum.

Birita Mortansdóttir skoraði tvey mál fyri B36, meðan Unnur Danielsen, Rakul M. Johannesen og Margit Magnusardóttir gjørdu hvør sítt mál í 5-0 sigrinum móti Víkingi.

Samlaða úrslitið millum árstalsfelagið og Víking gjørdist sostatt 7-0 til B36.

Í hinari hálvfinaluni møttust AB og KÍ, og her gjørdist eisini talan um ein greiðan samlaðan sigur. Klaksvíkskvinnur vunnu fyrru hálvfinaluna 4-0, og í kvøld var KÍ aftur við yvirlutan.

Við tveimum málum frá Rannvu Andreassen og einum frá Sofíu Purkhús, vunnu klaksvíkskvinnur seinnu hálvfinaluna 3-0.

Steypafinalan hjá kvinnum verður spæld á Tórsvølli leygardagin 25. august.