Dreingir U18: Tað verða EB/Streymur og B36 sum skulu spæla ársins steypafinalu í kappingini Dreingjum U18
Nú er greitt hvørji lið skulu spæla finaluna í steypakappingini hjá Dreingjum U18, sum verður spæld á Tórsvølli fríggjakvøldið 24. august.

B36, KÍ, EB/Streymur og HB høvdu vunnið seg í hálvfinalurnar, og við hvør sínum sigri á ávikavist KÍ og HB, verða tað EB/Streymur og B36 ið skulu spæla ársins steypafinalu.

B36 – HB 2-1 (1-1 (1-0))
Í Gundadali var grannauppgerð millum B36 og HB, og í einum spennandi og tøttum dysti, har longd leiktíð mátti til fyri at finna ein vinnara, dróg árstalsfelagið longra stráðið.

Eftir fyrstu 45 minuttirnar var B36 á odda 1-0, við málið sum Rúni Seloy skoraði tá eitt lítið korter var spælt.

B36-leiðslan helt sær til sjey minuttir vóru eftir at spæla, so javnaði HB. Útjavnandi málið fyri teir reyð-svørtu gjørdi Bárður S. Guttesen.

Tískil máttu liðini undir tvær ferðir 15 minuttir, og tá eydnaðist teimum hvítu í Gundadali at avgera dystin til egnan fyrimun. Sigursmálið fyri B36 gjørdi Hørður Askham tá 10 minuttir vóru spældir av longdu leiktíðini.

EB/Streymur – KÍ 4-1 (2-0)
Við Margáir var EB/Streymur betra liðið, tá teir høvdu vitjan av KÍ. Endin gjørdist eisini ein tryggur 4-1 sigur til dreingirnar úr sundalagnum, sum í steðginum vóru frammanfyri við tveimum.

Longu í 5. minutti legði Símun Petur Poulsen EB/Streym á odda, og tá 20 minuttir vóru spældir økti Andras Olsen til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Eftir steðgin var gongdin tann sama, og tá dysturin var ein góðan tíma gamal, skoraði Hendrik á Fríðriksmørk til 3-0 fyri EB/Streym.

Bara tveir minuttir seinni minkaði Filip Djordjevic um munin fyri KÍ. Men lítið hjálpti. Tí tað gingu bara fýra minuttir, so var Hendrik á Fríðriksmørk aftur upp á spæl og skoraði til endaliga úrslitið 4-1 til EB/Streym, og staðfesti harvið finaluplássið hjá sundalagsdreingjum.