Árstalsfelagið úr Havn, B36, endaði við flest stigum, tá EFFO-deildini 2014 endaði seinasta vikuskifti. Nummar tvey gjørdist HB, meðan Víkingur fór avstað við bronsuni

Eftir eitt langt og spennandi kappingarár, sum byrjaði um hálvan mars og endaði leygardagin 25. oktober, stendur B36 eftir sum Føroyameistari 2014 í EFFO-deildini.

Avgerðin um FM-heitið fall í næstseinasta umfari, tá teir hvítu úr høvuðsstaðnum vunnu 3-1 á Svangaskarði á Toftum ímóti B68.

Hjá toftamonnum hinvegin hilnaðist kappingarárið ikki so væl, og komandi ár spælir B68, saman við Skála, ið gjørdist nummar 9 í EFFO-deildini, aftur í næstbestu deildini.

Nýggj lið í EFFO-deildini komandi ár vera TB og FC Suðuroy.

Endaliga støðan í EFFO-deildini 2014:

Nr.

LIÐ

D

V

J

T

MÁL

STIG

1

B36 Tórshavn

27

19

4

4

53-25

61

2

HB Tórshavn

27

18

6

3

59-20

60

3

Víkingur

27

13

10

4

60-30

49

4

NSÍ Runavík

27

12

4

11

53-42

40

5

EB/Streymur

27

11

7

9

41-33

40

6

KÍ Klaksvík

27

10

6

11

41-38

36

7

ÍF Fuglafjørður

27

7

7

13

36-52

28

8

AB Argir

27

6

7

14

30-61

25

9

Skála

27

3

8

16

19-54

17

10

B68 Toftir

27

4

5

18

23-60

17