Eftir longda leiktíð og brotssparkskapping eydnaðist tað B36 at vinna 5-4 á KÍ í finaluni um Cadburysteypið
——————
Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá KÍ og B36 brustu saman í finaluni um Cadburysteypið fríggjakvøldið, og tað var ikki fyrr eftir longda leiktíð og brotssparkskapping, at vinnarin var funnin.
Tá vanliga leiktíðin var farin, stóð á jøvnum 2-2. Málskjúttarnir hjá KÍ vóru Jóhan Josephsen og Sølvi Johannessen, meðan Carl Mikkelsen og Bartal Páll Klein stóðu fyri málunum hjá B36.
Í brotssparkskappingini gjørdist málverjin hjá B36, Høgni Heinason stóra hetjan, tá hann í tveimum førum bjargaði skotunum úr ellivu metrum.
Steypasigurin hevur samstundis við sær, at B36 fór avstað við greipuni, tí fyrr í ár vunnu teir eisini føroyameistaraheitið fyri U15 Dreingir.
Myndir: Bjarni Enghamar