Í døgunum 2. til 4. og 9. til 11. november skipar FSF fyri B3-venjaraskeiði í FSF-húsinum í Havn
Fótbóltssamband Føroya skipar fyri B3-venjaraskeiði (B2 hjá DBU) vikuskiftini 2. – 4. og 9. – 11. november. Skeiðið verður hildið í FSF-húsinum í Havn, og er tilsamans 50 tímar. Byrjað verður fríggjadag kl. 16, og endar seinnapartin sunnudag.

Undirvísarar vera Jógvan Martin Olsen, Pauli Poulsen o.a.

Endamál/innihald á B3-venjaraskeiðnum:

Venjing og venjingarhættir
– At leggja til rættis fysiska venjing
Fótbóltur
– Teknisk/taktisk venjing
– "Coach" leikluturin
– Eyðkendar støður í fótbóltinum
– Málmaðurin
Fysiologi
– Aerob/anareob venjing
– Viðgerð av skaðum
– Hvíld
Leiðsla
– Persónlig menningarøki
– Venjarin og umhvørvið, atferð og ávirkan
– Persónligar venjingarætlanir
Fair Play
– Samskifti
– At loysa tvídráttir (konfliktloysn)

Skeiðið er bæði ástøðiligt og verkligt, og luttakarin fær loyvi at royna seg á vøllinum í venjaraleiklutinum.

Upptøkutreytir:
– Kravt verður, at luttakarin hevur B2-skeiðið (B1 hjá DBU).
– Luttakarin skal í minsta lagi vera 18 ár.
– Útbúgvingarnevndin hjá Fótbóltssamband Føroya kann gera frávik í treytunum fyri upptøku, um serlig viðurskifti tala fyri tí.

Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 3.000. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar og kostarhald.
B3-venjaraskeiðið er ókeypis fyri kvinnur.

Tilmelding:
Áhugaði eiga at venda sær til egið fótbóltsfelag, sum síðani avgreiðir tilmeldingina til FSF-skrivstovuna.
Tað ber eisini til sjálvur at útfylla tilmeldingarlepan og senda hann beinleiðis til FSF.
Kvittan fyri luttøkugjald eigar at fylgja við.
Tilmeldingarlepin kann sendast við telduposti til [email protected], ella við faks. 31 90 79.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 15. oktober 2012.

Meira fæst at vita um B3-venjaraskeiðið, við at venda sær til Petur Simonsen, tel. 29 19 77, ella umvegis teldupost: [email protected].

Tilmeldingarlepi