Eftir ætlan verður skipað fyri B3-venjaraskeiði tvey vikuskiftir í november. Fyrri parturin verður í Havn, meðan tann seinni verður á Toftum

——————

Broyting: Orsaka av koronastøðuni er avgerð tikin um, at fyrri parturin av skeiðnum verður á Toftum 19. til 21. november, og seinni parturin verður í Havn í døgunum 10. til 12. desember.

Vikuskiftini 5. til 7. november og 19. til 21. november skipar Fótbóltssmaband Føroya fyri B3-venjaraskeiðið. Fyrri parturin verður í Havn, meðan seinni parturin av skeiðnum verður á Svangaskarði á Toftum.

Endamálið við B3-venjaraskeiðnum er at geva venjarum kunnleika um ungdóms- og vaksnamanna venjing, og geva venjarum førleikar at standa fyri ungdóms- og vaksnamanna liðum.

Luttakararnir fáa innlit í leikskipanir, rák innan fótbólt, greining av spælinum og leiðslu í sambandi við dystir. Dentur verður lagdur á frálæru og praktikk í tekniskum, kropsligum og taktiskum venjingum. Luttakararnir fáa eisini møguleikan at ogna sær førleikar og vitan um venjing, fyriskipan, avgreiðslu og eftirmeting av venjingum.

B3-venjaraskeiðið tekur 50 tímar og er tíðarkarmurin fyrra vikuskifti frá fríggjadegi kl. 09:00 til sunnukvøld klokkan 18:00, og seinna vikuskifti frá fríggjadegi kl. 16:00 til sunnukvøld kl. 18:00.

Tað er ongin próvtøka, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið, og tey, sum hava tikið B3-skeið, hava rætt til at søkja luttøku á B4-venjaraskeiði.

Upptøkutreytir
Luttakarin skal hava tikið B2 og vera 18 ár ella eldri.

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er 3.000 krónur (kvinnur rinda tó ikki luttøkugjald).

Tilmelding
Áhugað kunnu sjálvi tekna seg ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á FSF.fo. Freistin at boða frá luttøku er fríggjadagin 29. oktober.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Eli Hentze, tel. 29 19 62 ella umvegis teldupost, [email protected]