Fyrsta og annað vikuskiftið í november skipar FSF fyri B3-venjaraskeiði í FSF-húsinum í Havn

Í døgunum 1. til 3. og 8. – 10. november, ið er fyrsta og annað vikuskifti í november, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri B3-venjaraskeiðið í FSF-húsinum í Havn. 

Skeiðið er tilsamans 50 tímar. Byrjað verður fríggjadagin kl. 16:00 og liðugt er seinnapartin sunnudag. Undirvísarar vera Jógvan Martin Olsen, Hans Mourits Foldbo og onnur.

Endamál/innihald á B3-venjarakeiðnum er millum annað:

Venjing og venjingarhættir
-At leggja til rættis fysiska venjing

Fótbóltur
– Teknisk/taktisk venjing
– “Coach” leikluturin
– Eyðkendar støður í fótbóltinum
– Málmaðurin

Fysiologi
– Aerob / anaerob venjing
– Viðger av skaðum
– Hvíld (restitutión)

Leiðsla
– Persónlig menningarøki
– Venjarin og umhvørvið, atferð og ávirkan
– Persónligar venjingarætlanir

Fair Play
– Samskifti
– At loysa tvídrátt (konfliktloysn)

Skeiðið er bæði ástøðiligt (teoretiskt) og verkligt (praktiskt), og luttakararnir fáa loyvi at royna seg í venjaraleiklutinum á vølinum.

Upptøkutreytir: Kravt verður, at luttakararnir hava B2-venjaraskeiðið (B1 hjá DBU) og eru fyltir 18 ár. Útbúgvingarnevndin hjá FSF kann tó gera frávik í treytunum fyri upptøku, um serlig viðurskifti tala fyri tí.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 3.000. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar og kostur.
Tilmelding: Hjá [email protected] ella á fax 319079.

Áhugaði eiga at venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina víðari til Fótbóltssamband Føroya. Tilmeldingarskjalið skal brúkast.

Luttakarar kunnu eisini sjálvir útfylla Tilmeldingarskjalið og senda tað beinleiðis til FSF. Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 7. oktober 2013.

Skeiðið er treytað av nóg góðari undirtøku (min. 16 luttakarar).

Meira fæst at vita við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected] ella 291977.

Tilmeldingarskjal