Í døgunum 19.-21. og 26.-28. oktober verður skipað fyri B2-venjaraskeiði í FSF-húsinum í Havn
B2-venjaraskeiðið er tilsamans 50 tímar. Byrjað verður fríggjadag kl. 16:00, og endar sunnudag kl. 17:00.
Skeiðið er treytað av nóg góðari undirtøku.
Endamál:
B2-venjaraskeiðið er framhald av B1-skeiðnum. Málmansskeiðið M1 er nú partur av B2-skeiðnum. Skeiðið er tí víðkað til 50 tímar tilsamans.
Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, har dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.
Evni, sum verða viðgjørd, eru millum annað teknisk venjing, likamlig venjing, leiðsla, læruháttir/metoda og málmansvenjing.
Upptøkutreytir:
Luttakarin skal hava tikið B1-venjaraskeiðið og verða 18 ár ella eldri.
Útbúgvingarnevndin hjá FSF kann tó gera frávik í reglunum um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Tey, sum hava tikið B2-venjaraskeiðið, hava rætt til at luttaka á B3-skeiðnum.
B3-venjaraskeið verður 2.-4. og 9.-11. november 2012.
Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri B2-venjaraskeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er kr. 2.500 kr.
B2-skeiðið er framvegis ókeypis fyri kvunnur.
Tilmelding:
Áhugaði kunnu tilmelda seg sjálvi, ella við at venda sæt til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina til FSF.
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 27. oktober 2012.
Tilmelding skal sendast við telduposti til [email protected], ella faks. 31 90 79.
Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við.
Meira fæst at vita um B2-venjaraskeiðið, við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected], ella tel. 29 19 77.