Um nóg stór undirtøka verður, skipar FSF fyri tveimum B2-venjaraskeiðum í februar mánaða, sum verða í Havn og í Vági
Eftir ætlan skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tveimum B2-venjaraskeiðum í februar mánaða. Skeiðini verða hildin í Havn og í Vági, treytað av nóg stórari undirtøku.

Skeiðið í Havn verður vikuskiftini 6.-8. og 13.-15. februar, meðan B2-venjaraskeiðið í Vági verður hildið vikuskiftini 13.-15. og 20.-22. februar.

B2-venjaraskeiðini verða hildin yvir tvey vikuskiftir. Byrjað verður fríggjadag kl. 16:00 og endar sunnudag kl. 17:00. Tilsamans er skeiðið 50 tímar.

Endamál/innihald
B2-venjaraskeiðið er framhald av B1-skeiðnum. B2-skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.
Evni, sum verða viðgjørd á skeiðinum, eru m.a.:
– Teknisk venjing
– Likamlig venjing
– Leiðsla
– Læruhættir/metoda
– Málmansvenjing

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið, og tey, ið hava tikið B2-skeið, hava rætt til luttøku á B3-skeiðnum, ið eftir ætlan verður um mánaðarskifti februar/mars.

Upptøkutreytir
Luttakarar til B2-skeiðið skulu hava tikið B1-skeiðið og vera 18 ár ella eldri. Útbúgvingarnevndin hjá FSF kann tó gera frávik frá regluni um upptøku um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er kr 3.000 kr. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at kvinnur luttaka ókeypis á B2-venjaraskeiðnum.

Tilmelding
Áhugað kunnu tilmelda seg sjálvi ella við at venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Vinarliga nýtið tilmeldingarskjalið niðanfyri og sendi tað beinleiðis til [email protected]. Tilmeldingin kann eisini sendast við posti ella fax nr. 319079.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 28. januar 2015.

Meira fæst at vita um B2-skeiðið og onnur venjaraskeið, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri, við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected] ella tel. 29 19 77.

Tilmeldingarskjal