Um nóg stór undirtøka verður, skipar FSF fyri tveimum B2-venjaraskeiðum í februar mánað. Skeiðini verða í Havn og í Vági

Í komandi mánað skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tveimum B2-venjaraskeiðum. Skeiðini verða í Havn og í Vági. B2-venjaraskeiðini verða skipaði yvir tvey vikuskitfir, og eru tilsamans 50 tímar.

 

Skeiðið í Vági verður hildið í vikuskiftunum 2. til 4. februar og 16. til 18. februar, meðan skeiðið í Havn verður 9. til 11. februar og 16. til 18. februar.

 

B2-venjaraskeiðið er framhald av B1-skeiðnum. Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum. Evni, sum verður viðgjørd á B2-skeiðnum eru millum annað “Teknisk venjing”, “Likamlig venjing”, “leiðsla”, “læruhættir/metoda” og “Málmansvenjing”.

 

Tað er eingin próvtøka, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum. Tey, ið hava tikið B2-venjaraskeið, hava rætt at søkja upptøku til B3-skeiðini.

 

Tilmeldingarfreistin til B2-venjaraskeiðið í Vági er 22. januar, meðan freistin at boða frá luttøku til skeiðið í Havn er 29. januar.

 

Nærri kunning um komandi B2-venjaraskeiðini sæst í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, har tilmeldingin eisini fer fram.