Vikuskiftini 8.-10. og 15.-17. februar verður skipað fyri B2-venjaraskeiði í FSF-húsinum í Havn
Um nóg nógv tekna seg, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri B2-venjaraskeiði í FSF-húsinum í Havn, vikuskiftini 8.-10. og 15.-17. februar.

Skeiðið er tilsamans 50 tímar, og byrjar fríggjadag kl. 16 og endar sunnudag kl. 17.00.

Endamál/innihald
B2-venjaraskeiðið er framhald av B1-skeiðnum. B2-skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.
Evni, sum verða viðgjørd á skeiðinum, eru m.a.:
– Teknisk venjing
– Likamlig venjing
– Leiðsla
– Læruhættir/metoda
– Málmansvenjing

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið, og tey, ið hava tikið B2-skeið, hava rætt til luttøku á B3-skeiðnum.

Upptøkutreytir
Luttakarar til B2, skulu hava tikið B1-skeiðið og vera 18 ár ella eldri. Útbúgvingarnevndin hjá FSF kann tó gera frávik frá regluni um upptøku um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er kr 2.500 kr. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at kvinnur luttaka ókeypis á B2-venjaraskeiðnum.

Tilmelding
Áhugað kunnu tilmelda seg sjálvi ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Vinarliga nýtið tilmeldingarskjalið niðanfyri og sendi tað beinleiðis til [email protected]. Tilmeldingin kann eisini sendast við posti ella fax nr. 319079.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 28. januar 2013.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected] ella tel. 29 19 77.

Tilmeldingarskjal