Farna vikuskifti skipaði FSF fyri B1-venjaraskeiði í Vági og í Sandavági. B1, ið er 20 tímar til longdar, er fyrsta skeiðið í B-skeiðsrøðini
Hóast heldur keðiligt veður seinasta vikuskifti, vóru í alt 25 luttakarar á B1-venjaraskeiði hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum vóru hildin í Vági, har 11 luttakarar vóru, og í Sandavági, har 14 luttakarar vóru.

Lagt varð til brots fríggjakvøldið, og hildið varð fram til seint seinnapartin sunnudagin. Fríggjakvøldið og leygardagin var keðiligt veður, við vindi og regni, meðan sunnudagurin bjóðaði turt og stilt veður.

Í Vági var ítróttarhøllini á Eiðinum tøk, meðan luttakarar og undirvísarar í Sandavági baldust í ódn og logn á nýggja grasteppinum á Valloyruni.

Skeiðsinnihaldi er bæði ástøðiligt og venjing á vøllinum, og hóast truplar umstøður orsaka av keðiliga veðrinum, bar væl til.

Fyrstu tveir mánaðirnar í hesum árinum hevur FSF skipað fyri í alt fýra B1-venjaraskeiðum, í Havn, í Leirvík, í Vági og í Sandavági, og tilsamans hava 64 kvinnur og menn luttikið á skeiðunum.


Myndir: Eli Hentze