Frá 15. til 17. og aftur frá 21. til 24. november skipar Fóbtóltssamband Føroya fyri R-venjaraskeiði, sum er ein samanrenning av B1, B2 og B3-venjaraskeiðunum

Í sjey dagar í november mánaða, frá 15. til 17. og aftur frá 21. til 24. november, verður møguleiki hjá leikarum (kvinnur og menn), ið hava drúgvar royndir á hægsta støði í føroyskum og/ella útlendskum fótbólti, at taka R-venjaraseiðið.

R-venjaraskeiðið er ein samanrenning av B1, B2 og B3-venjaraskeiðunum, ið Fótbóltssamband Føroya á hvørjum ári skipar fyri, men hesaferð verður møguleiki at taka øll trý skeiðini í einum stuttum tíðarbili.

Fyrri parturin av R-venjaraskeiðnum verður frá fríggjadegnum 15. november til sunnudagin 17. november, meðan seinni parturin av skeiðnum verður frá hósdegnum 21. november til sunnudagin 24. november. Tilsamans er R-venjaraskeiðið sett til at verða umleið 75 tímar.

Tey, sum taka R-venjaraskeiðið, skulu eins og onnur taka B4-venjaraskeiðið/Slóðaran (umleið 40 tímar), fyri at gera seg lidnan við B-venjaraútbúgvingina.

R-venjaraskeiðið verður skipað sum internatskeið og kostar 12.000 krónur.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 14. oktober.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, tel. 29 19 77.

Innbjóðing/Tilmeldingarskjal