Seinast í august og fyrst í september verður møguleiki hjá teimum, ið hava tikið B4/Slóðaran, at fara upp til B-próvtøku

Treytin fyri at kunna fara upp til B-próvtøku er, at viðkomandi hevur tikið B4-skeiðini/Slóðarin, og fyri tey, ið hava tikið skeiðið, verður nú møguleiki at fara upp til próvtøku.

Fyri at so nógv sum tilber kunnu fara til próvtøkuna, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri trimum møguleikum, at fara upp til B-próvtøku.

Møguleiki 1:
31. august í Runavík (Dreingir U16, NSÍ a – 07 Vestur a)
Eftir ætlan verður byrjað í Skúlanum við Løkin í Runavík kl. 12:30

Møguleiki 2:
1. september í Havn (1. deild menn, HB – Skála)
Eftir ætlan verður byrjað í FSF-húsinum kl. 12:30

Møguleiki 3:
Leygardagin 7. september í Havn (Dreingir U14, HBa – KÍa)
Eftir ætlan verður byrjað í FSF-húsinum kl. 12:30

Sjálv próvtøkan tekur umleið 4 tímar, men har umframt skal roknast við nakað av bíðitíð.

Tey, ið ynskja at fara upp til B-próvtøkuna hesaferð, verða biðin um at senda tilmeldingarskjalið skjótast tilber ella í seinasta lagi mikudagin 21. august, til [email protected], ella faks nr. 31 90 79.

Tilmeldingarskjal