Vikuskiftið 23. og 24. august verður møguleiki hjá teimum, ið hava tikið B4/Slóðaran, at fara upp til B-próvtøku
Treytin fyri at kunna fara upp til B-próvtøku er, at viðkomandi hevur tikið B4-skeiðini/Slóðarin, og fyri tey, ið hava tikið skeiðið, verður nú møguleiki at fara upp til próvtøku.
Fyri at so nógv sum tilber kunnu fara til próvtøkuna, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tveimum møguleikum, at fara upp til B-próvtøku.
Møguleiki 1:
Í Havn leygardagin 23. august (Dreingir U16, B36 a – NSÍ a)
Eftir ætlan verður byrjað í FSF-húsinum kl. 12:15.
Møguleiki 2:
Í Havn sunnudagin 24. august (U18 Dreingir, B36 – FC Suðuroy)
Eftir ætlan verður byrjað í FSF-húsinum kl. 12:00
Sjálv próvtøkan tekur umleið 4 tímar, men har umframt skal roknast við nakað av bíðitíð.
Tey, ið ynskja at fara upp til B-próvtøkuna hesaferð, verða biðin um at senda tilmeldingarskjalið skjótast tilber ella í seinasta lagi hósdagin 14. august, til [email protected], ella faks nr. 31 90 79.