FUTSAL: Finaluumførini í Futsal verða spæld komandi vikuskifti. Á Eiði fara Dreingir U14 og Dreingir U16 at dystast, meðan Dreingir U12, Gentur U12, Gentur U14 og Gentur U17 fara at stríðast um FM-heitið í Hoyvíkshøllini
Føroyameistaraheitð 2014/2015 í Futsal hjá bæði gentum og dreingjum verður avgjørt komandi vikuskifti, leygardagin 7. og sunnudagin 8. februar.

Leygardagin 7. februar fara Dreingir U16 á vøllin í ítróttarhøllini í Eiði, og í Hoyvíkshøllini fara Gentur U12, Gentur U14 og Gentur U17 at stríðast um FM-heitið.

Sunnudagin 8. februar verður høllin í Hoyvík karmur um finaluumfarið fyri Dreingir U12, meðan finaluumfarið í kappingini fyri Dreingir U14 verður í ítróttarhøllini á Eiði.

Leikskráin/finaluumfar

Dreingir U12

Dreingir U14

Dreingir U16

Gentur U12

Gentur U14

Gentur U17