Símun Rógvi Hansen, Andrias Eriksen og Alex Mellemgaard hava givið avboð til venjingarleguna hjá A-landsliðnum. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Klæminti Andrasson Olsen, Jóhan Troest Davidsen, Bárði á Reynatrøð og Lukas Giessing
——————
Fyrireikingarnar til komandi HM-undankappingardystir hjá monnum eru av álvara farnar í gongd, og næstu dagarnar hevur venjarin, Håkan Ericson sent boð eftir 24 spælarum á venjingarlegu, sum verður í Havn frá hósdegnum 11. til sunnudagin 14. februar.
Talan er um heimligar spælarar, og umframt venjingar og fundir, verður ein venjingardystur ímóti Víking eisini á skránni, sum verður á Tórsvølli sunnudagin klokkan 15.
Upprunaliga vórðu 23 spælarar boðsendir, men tríggir av teimum hava givið avboð. Talan er um Símun Rógva Hansen, Andrias Eriksen og Alex Mellemgaard. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Klæminti Andrasson Olsen og Jóhan Troest Davidsen úr NSÍ, Bárði á Reynatrøð úr Víkingi, og Lukas Giessing, sum í hesum døgum royndarvenur við HB, men sum seinasta árið hevur spælt fyri AB í Danmark.
Hópurin til venjingarleguna
Tórður Thomsen, NSÍ
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Daniel Johansen, HB
Jóhan Troest Davidsen, NSÍ
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Lukas Giessing
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Heðin Hansen, HB
Hørður H. Askham, HB
Bartal Wardum, HB
Heri Hjalt Mohr, HB
Rene Shaki Joensen, HB
Adrian R. Justinussen, HB
Dan í Soylu, HB
Tróndur Jensen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, HB
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Hilmar Leon Jakobsen, HB
Jákup Ludvig Thomsen, HB
Petur Knudsen, NSÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Skráin
Hósdagin 11. februar
Kl. 17:00 Venjing á Tórsvølli
Fríggjadagin 12. februar
Kl. 11:45 Venjing á Tórsvølli
Kl. 17:00 Venjing á Tórsvølli
Leygardagin 13. februar
Kl. 11:45 Venjing á Tórsvølli
Sunnundagin 14. februar
Kl. 15:00 Venjingardystur á Tórsvølli móti Víkingi
Fyrsti dystur í komandi HM-undankapping verður um smáar tveir mánaðar, hósdagin 25. mars, á útivølli ímóti Moldova. Tann 28. mars spæla Eysturríki og Føroyar, og tann 31. mars er útidysturin móti Skottlandi á skránni. Hini bæði londini í bólkinum eru Ísrael og Danmark.