Hjá Ára Mohr Jónsson er rættuliga nógv hent á fótbóltsvøllinum seinastu tíðina. Frá at sita á beinkinum á U19-liðnum hjá Silkeborg fyri einum ári síðani, hevur ungi havnamaðurin í ár spælt tríggjar dystir í donsku Superliguni
– Tá eg var komin á vøllin og av álvara merkti stemningin á stadion, hugsaði eg, at hetta er fantastiskt. Og nei, eg hevði ongar nervar, tí alt hendi so skjótt. Vinstri bakkur hjá okkum fekk reytt kort, og venjarin bað meg hita upp í einar tveir minuttir, tí eg skuldi á vøllin skjótast gjørligt. Men til dystin ímóti FC Midtjylland fekk eg at vita dagin fyri, at eg skuldi byrja inni, og tá var ikki frítt, at eg var eitt sindur nervøsur, sigur Ári Mohr Jónsson um fyrstu dystirnar í Superliguni.
Strævin byrjan
Tá 18 ára gamli Ári Mohr Jónsson flutti til Danmarkar fyri trimum árum síðani, var stóri dreymurin at gerast yrkisleikari uttanlanda. Á sumri í 2009 vísti Silkeborg unga havnarmanninunm áhuga, og Ári Mohr Jónsson tók beinanvegin av møguleikanum. Og í dag er Ári, sum hevur fingið sína fótbóltsuppæling í HB, sáttmálabundin við Silkeborg IF og er fyri fyrstu ferð úttikin til føroyska A-landsliðið.
– Serliga tað seinasta árið er gingið við rúkandi ferð við stórum broytingum. Fyri einum árið síðani slapp eg ikki á U19-liðið hjá Silkeborg, men vilji og hørð venjing hava gjørt, at eg í ár havi spælt tríggjar dystir á besta liðnum hjá felagnum, sigur Ári Mohr Jónsson, sum fyrstu tíðini í Danmark hevði tað rættuliga strævið.
– Brádliga skuldi eg gera alt sjálvur, rudda, vaska klæðir, gera mat, samstundis sum eg skuldi passa skúlan og fótbóltin. Tað gjørdi tað heldur ikki lættari, at eg, stutt eftir at eg var komin til Silkeborg, bleiv skaddur og ikki fekk spælt fótbólt í næstan eitt hálvt ár, sigur Ári Mohr Jónsson.
Fyrimunur at flyta niður
Farna kappingarár í Danmark endaði við, at Silkeborg endaði aftast og má tískil tungu leiðina niður í næstbestu deildina at spæla komandi ár. Men tað kann møguliga verða ein fyrimunur fyri nýggjasta leikaran í føroyska landsliðshópinum.
– Sjálvandi ynskti eg, at vit fóru at sleppa undan niðurflyting. Men tá tað er sagt, so kann tað møguliga gerast ein fyrimunur fyri meg, at vit nú skulu spæla í næstbestu deildini, tí har kann eg væntandi fáa meir spælitíð, og harvið menna meg enn meir sum leikara, sigur fryntligi vinstri bakkurin hjá Silkeborg IF.
Óvæntað landsliðsboð
Tá Lars Olsen, landsliðsvenjari, úttók føroyska hópin til dystirnar móti Írlandi og Svøríki, var Ári Mohr Jónsson millum teir 21 leikararnar. Men hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at Ári hevur umboðað Føroyar í landsliðshøpi. Ári Mohr Jónsson hevur roynt seg á U15, U17 og U19-landsliðunum, og vónaði at fáa møguleikan á U21-landsliðnum. Men soleiðis skuldi ikki verða.
– Eg hopaði at fáa møguleikan á U21-landsliðnum til dystirnar móti Rumenia og Montenegro, men tá Lars Olsen sendi boð eftir mær til A-landsliðið, gjørdist eg ikki sørt ovfarin. Eg haldi sjálvur, tað hevur gingið væl við fótbóltinum seinastu tíðina, men eg væntaði kortini ikki, at eg fór at fáa A-landsliðsboð longu, sigur ein fegin Ári Mohr Jónsson.
Og higartil hevur 18 ára gamli havnarmaðurin dámt væl at vera partur av føroyska A-landsliðnum og vónar samstundis, at hetta bara er byrjanin til eina langa landsliðskarrieru. Men næstu dagarnar verða ikki bara brúktir til fótbólt, tí Ári lesur eisini til próvtøku, meðan hann er í Írlandi við landsliðnum, og tað fer við nógvari tíð.
– Fríggjadgain í næstu viku skal eg til próvtøku í sponskum, so tá hvíld er á skránni her í Írlandi, fer meginpartin av tíðini til at lesa spanskt. Síðani eru tvær royndir eftir, áðrenn eg verði liðugur við handilsskúlan, og tað verður deiligt. Tað verður fantastiskt at fáa skúlan lidnan, fyri síðani at kunna brúka alla orku uppá fótbóltin næstu árini. Eg havi sáttmála við Silkeborg IF til endan av 2015, so næstu tvey árini fari eg bara at savna meg um fótbóltin, sigur Ári Mohr Jónsson at enda.