Í løtuni eru umleið 4.200 atgongumerki seld til dystin millum Føroyar og Eysturríki, men vónandi verður fult á Tórsvølli leygardagin klokkan 19:45

——————

Landskrona og Eysturríki hanga óloysiliga saman, tá talan er um føroyska fótbóltssøgu. Fyri 31 árum síðan – mikudagin 12. september í 1990 – vórðu Føroyar av álvara settar á heimskortið sum fótbóltstjóð, tá føroyska A-landsliðið við monnum vann heldur óvæntað á Eysturríki.

Talan var um fyrsta undankappingardyst hjá Føroyum, meðan eysturríkarar fáar vikur frammanundan høvdu verið til HM-endaspælið í Italia.

Og úrslitið kenna vit øll – eisini eysturríkarar. Spurdur á tíðindafundinum fríggjadagin, um sigurin fyri 31 árum síðan framvegis hevði nakað at siga fyri eysturríkska landsliðið, svaraði landsliðsvenjarin, Franco Foda, at hasin dysturin allarhelst ongantíð verður gloymdir, og verður javnan nevndur – serliga tá mótstøðuliðið eitur Føroyar.

Leygardagin klokkan 19:45 er tað so aftur Føroyar, ið taka ímóti Eysturríki. Talan er um áttandi dystin millum londini, síðan sigurin í Landskrona. Føroyar hava vunnið einaferð, ein dystur er endaður við javnleiki, meðan eysturríkarar fimm ferðir eru farnir avstað við øllum.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo. Í løtuni eru umleið 4.200 atgongumerki seld, og av teimum eru umleið 300 farin til eysturríkskar fjepparar. Vónandi fer at eydnast at fylla Tórsvøll aftur hesaferð, so føroyski tjóðarleikvøllurin aftur kann bera okkara landslið fram til eitt ógloymandi úrslit.

Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum.

Myndir frá føroyska tíðindafundinum og seinasta venjingini, áðrenn dystin móti Eysturríki – Fotografur: Bjarni Enghamar