Skráin fyri venjaraskeið, sum FSF fer at skipa fyri komandi ár, er nú klár. Í løtuni er greitt, at átta skeið verða í 2017
Aftur komandi ár fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri hópin av venjaraskeiðum, ið bæði eru fyri kvinnur og menn. Í løtuni eru átta venjaraskeið á skránni, umframt tvey Impulsskeið. Tó er væntandi, at fleiri Impulsskeið fara at koma á skránna seinni.
Í januar mðanaða verða fýra B1-skeið á skránni. Í februar verða tvey B2-venjaraskeið hildin, og um mánaðarskifti oktober-november verður B3 á skránni. B4-venjaraskeiðið verður eisini í 2017, og verður tað frá 13. mars til 19. juni.
B1-skeiðini vera í Havn, í Klaksvík, á Toftum, og í Suðuroynni. B2 verða í Havn og í Leirvík, meðan hini skeiðini verða øll hildin í Havn.
Freistin at boða frá luttøku til B1-venjaraskeiðini er 4. januar 2017.
Yvirlit yvir venjaraskeiðini hjá FSF komandi ár sæst her: Venjaraskeið 2017