Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir 22 leikararnar, ið eru úttiknir til HM-undankappingardystirnar móti Írlandi og Svøríki

Á tíðindafundi í FSF-húsinum sunnukvøldið almannakunngjørdir Lars Olsen, landsliðsvenjari, nøvnini á teimum 22 leikarunum, ið landsliðsvenjarin hevur úttikið til komandi HM-undankappingardystir, sum verða á útivølli móti Írlandi og Svøríki í juni mánað.

Fríggjakvøldið 7. juni spæla Írland og Føroyar á Aviva Stadion í Dublin, og fýra dagar seinni, týskvøldið 11. juni, taka sviar ímóti á Friends Arena í Stockholm.

Málverjar:
Gunnar Nielsen, Silkeborg IF (DK)
Hans Jørgensen, HB Tórshavn
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn

Verjuleikarar:
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Atli Gregersen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, FC Fredericia (DK)
Pól Jóhannus Jústinussen, NSÍ Runavík
Ari Mohr Jónsson, Silkeborg IF (DK)
Jónas Tór Næs, Valur (ICE)
Jónhard Frederiksberg, NSÍ Runavík

Miðvallarar:
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)
Heini Vatnsdal, HB Tórshavn
Atli Danielsen, KÍ Klaksvík
Súni Olsen, B36 Tórshavn
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF (DK)
Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur

Framherjar:
Christian R. Mouritsen, HB Tórshavn
Símun Samuelsen, HB Tórshavn
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (NOR)
Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík

Úttøkubræv