Sølan av atgongumerkjum til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Týskland 10. september, er útsett til mánadagin 19. august

Ætlaða sølan av atgongumerkjum til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Týskland, ið skuldi byrja í Fast-handlunum kring landið fríggjadagin 16. august, er vegna tekniskar trupulleikar útsett. 

Sølan byrjar í Fast-handlunum mánadagin 19. august kl. 12.00. Handlarnir hjá Fast eru í Tórshavn, á Argjum, í Kollafirði, í Skálabotni, í Saltangará, í Klaksvík og í Vági.

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Týskland verður á Tórsvølli týsdagin 10. september, kl. 19:45.

Kostnaðurin fyri atgongumerki í bólkunum 1 til 3 og 6 til 8 verður 100 krónur, meðan kostnaðurin fyri atgongumerki í bólki 4 og 5 verður 150 krónur.

Hvør atgongumerkjakeypari kann í mesta lagi keypa 10 atgongumerki.

Atgongumerki, ið verða seld øðrum, oman fyri ásetta virði, verður mett at vera svartabørshandil. Svartabørshandil verður meldaður til løgregluna.

Áskoðaraøkini til landsdystir eru býtt sundir í økir til viðhaldsfólk hjá heimaliðnum og økir til viðhaldsfólk hjá vitjandi landsliðnum. Atgongumerkini, sum verða seld í Fast-handlunum, eru einans ætlað viðhaldsfólki hjá føroyska landsliðnum.

Treytir og skilhaldsreglur í sambandi við landsdystir kunnu lesast í fullum líki HER

Brot á hesar treytir og reglur kann hava afturvísing, burturvísing og/ella endurgjaldskrav við sær.