Enn eru nøkur atgongumerkir eftir til føroyskar fótbóltsfjepparar, ið ætla sær til landsdystirnar á útivølli móti Írlandi og Svøríki
Um ein mánað, fríggjadagin 7. juni, skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Írland tekur ímóti á Aviva Stadion í Dublin, og fýra dagar seinni eru sviar vertir í HM-undankappingardysti, tá Svøríki og Føroyar møtast á Friends Arena í Stockholm.

Fótbóltssamband Føroya hevur í hesum sambandi fingið tillutað 600 atgongumerkir til hvønn av áður nevndu dystum, ið eru ætlaði føroyskum áskoðarum, og kunnu hesi keypast í FSF Búðini á heimasíðuni.

Freistin at keypa atgongumerkini til hesar dystir er komandi fríggjadag, 10. mai.

Aviva Stadion, Dublin:

Friends Arena, Stockholm: