Føroysku áskoðararnir, ið ætla sær til landsdystin millum Svøríki og Føroyar 11. juni, hava nú møguleika at ogna sær atgongumerkir á heimasíðuni hjá FSF
Týsdagin 11. juni, kl. 18:15 (føroyska tíð), fýra dagar eftir HM-undankappingardystin á útivølli ímóti Írlandi, møtast Svøríki og Føroyar á Friends Arena í Stokkholm.

Fótbóltssamband Føroya hevur í hesum sambandi fingið tillutað 1.000 atgongumerkir til HM-undankappingardystin ímóti svium, sum nú verða sett til sølu í FSF Búðini á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Kostnaðurin er 300 kr. (Kategori 3/Bólkur 122 og 123) og 570 kr. (Kategori 1/Bólkur 131).

Í bólkunum 122 og 123 er pláss fyri 700 áskoðarum, meðan tað í bólki 131 er pláss fyri 300 áskoðarum.

Arbeiðið, at byggja Friends Arena í Stokkholm, byrjaði í 2009, og 14. november í fjør varð leikvøllurin tikin í brúk.

Kring leikvøllin er pláss fyri 51.000 áskoðarum, og í fyrsta dystinum á Friends Arena gjørdi Zlatan Ibrahimovic øll fýra málini fyri sviar, sum vunnu 4-2 á Onglandi.

Atgongumerkjasølan til landsdystin millum Svøríki og Føroyar endar 10. mai 2013.