Føroysku áskoðararnir, ið ætla sær til landsdystin millum Írland og Føroyar 7. juni, hava nú møguleika at ogna sær atgongumerkir á heimasíðuni hjá FSF
Fríggjadagin 7. juni, kl. 19:45, fýra dagar undan landsdystinum á útivølli ímóti Svøríki, skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin á Aviva Stadion í Dublin, har Írland tekur ímóti í HM-undankappingardysti.

Fótbóltssamband Føroya hevur í hesum sambandi fingið tillutað 600 atgongumerkir til HM-undankappingardystin ímóti írum, sum nú verða sett til sølu í FSF Búðini á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Kostnaðurin er 365 kr. (Kategori 2/Bólkur 129) og 475 kr. (Kategori 1/Bólkur 128). Í hvørjum bólki eru pláss fyri 300 áskoðarum.

Arbeiðið, at byggja Aviva Stadion, byrjaði í 2007, og 14. mai í 2010 varð leikvøllurin tikin í brúk. Kring vøllin er pláss fyri 51.700 áskoðarum, og kostnaðurin at byggja Aviva Stadion var góðar 4 milliardir krónur.

Atgongumerkjasølan til landsdystin millum Írland og Føroyar endar 10. mai 2013.