Føroysku áskoðararnir, ið ætla sær til landsdystin í Eysturríki 22. mars, hava nú møguleika at ogna atgongumerkir á heimasíðuni hjá FSF
Fríggjadagin 22. mars spælir føroyska A-landsliðið fjórða dystin í undankappingini til HM 2014, tá Eysturríki tekur ímóti á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien, har pláss er fyri umleið 51.000 áskoðarum.

Og fyri føroysku áskoðararnir, ið ætla sær til landsdystin í eysturríkska høvuðsstaðnum, er nú møguleiki at ogna sær atgongumerkir til dystin umvegis heimasíðuna hjá FSF.

Kostnaðurin er 400 kr. (Kategori 1/reytt øki/B) og 210 krónur (Fan Zone/gult øki/F).

Í Kategori 1 (reytt øki/B) fáa føroysku áskoðararnir pláss í mittast lagnum (A til M), meðan føroyingarnir, ið velja Fan Zone (gult øki/F) koma at sita í ovast lagnum (A til H).

Atgongumerkini kunnu keypast í FSF Búðini, ella við at trýsta HER.

Atgongumerkjasølan endar 22. februar.