Í samband við landsdystirnar ímóti Kasakstan og Eysturríki, verða atgongumerkir seld í FAST-støðunum kring landið
Komandi fríggjadag, ið er fríggjadagin 11. oktober, spæla Føroyar og Kasakstan HM-undankappingardyst á Tórsvølli, og fýra dagar seinni, týsdagin 15. oktober, skulu føroysku leikararnir aftur í eldin, tá Eysturríki kemur á vitjan í Føroyum.
Í hesum sambandi verða atgongumerkir til nevndu landsdystir seld í FAST-støðunum kring landið.
Frá mánadegnum 7. oktober verða atgongumerkini til sølu í FAST-støðunum í Havn, og frá týsdegnum 8. oktober í FAST-støðunum kring landið.
Kostnaðurin fyri atgongumerki er einans 100 krónur.
HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Kasakstan verður fríggjadagin 11. oktober, kl. 18:00, meðan dysturin ímóti Eysturríki verður týsdagin 15. oktober, kl. 19:45.