Í sambandi við landsdystin ímóti Ungarn, sum verður á Tórsvølli týsdagin 14. oktober, verða atgongumerkir seld í øllum FAST-handlunum kring landið
Týsdagin 14. oktober, kl. 19:45 spælir føroyska A-landsliðið við monnum triðja dystin í undankappingini til EM 2014, tá Ungarn fyri fyrstu ferð nakrantíð vitjar á Tórsvølli.

Í hesum sambandi verða atgongumerkir á 100 krónur seld í øllum Fast-handlunum kring landið til á middegi týsdagin, tó til klokkan 16:00 í FAST í Gundadali.

Tveir tímar áðrenn dysturin verður bríkslaður í gongd, verða atgongumerkir seld við inngongdirnar til Tórsvøll.